Hvat kann ávirka mína ferð?

Fjarstøða til 4G mastrina

Internetferðin er hægst, um tú ert tætt við eina 4G mastur. Ferðin gerst lægri, tess longri burtur tú ert frá mastrini.

Ert tú í eini bygd ella býi við fleiri mastrum, hevur tú vanliga eina hægri ferð og betri dekning, í mun til smærri bygdir har tað møguliga er langt til tættastu mastur.

Tal av brúkarum

Talið av brúkarum, ið eru á sama neti og somu 4G mastur samstundis, hevur týdning fyri ferðina, ið tú fært.

Í einum tættbygdum øki og við stórum tiltøkum sum t.d. festivalum, er vanliga størri tyngd á netinum, ið kann ávirka tína ferð.

Umhvørvi

Tú fært altíð hægri ferð uttandura enn innandura. Trø, landslag og bygningar av betong og jarni kunnu ávirka tína ferð.

Signalið ferðast lættari gjøgnum gamlar bygningar í mun til nýggjar bygningar við orkusparandi vindeygum og veggjum.

Illveður kann í summum førum eisini ávirka signalstyrkina.

Útgerð

Fyri at fáa bestu ferðina er umráðandi, at útgerðin er í lagi.

Antennan á teknisku tólunum kann eisini ávirka tína ferð, tá antennan er ymisk frá tóli til tól.