Viðskiftatreytir

 

Tosa kundi:

Treytin fyri at gerast Tosa kundi er, at tú er myndig/ur ella løgfrøðiligur persónur, umframt at tú undirskrivar stovningarskjal hjá Tosa. Hvør myndigur persónur yvir 18 ár og hvør løgfrøðiligur persónur kann stovna hald sum kundi. Sum kundi hevur tú skyldu til at halda Tosa viðskiftatreytirnar. Tað er stovnarin av Tosa kontuni, ið hevur ogarrætt til upplýsingar knýttar at øllum haldum undir somu Tosa kontu.

Sum eigari av Tosa kontuni heftir tú fyri gjaldið av øllum veitingum og møguligum øðrum ískoytishaldum, sum verða veitt í sambandi við avtaluna. Hetta er somuleiðis galdandi í teimum førum, har tú hevur loyvt øðrum at brúka haldið/tænasturnar.

Talgilt samskifti:

Tað er ein fortreyt fyri stovnan av haldi, at tú hevur ein teldupostbústað. Um teknisk ella onnur viðurskifti broytast, kann Tosa krevja, at aðrar fortreytir eisini skulu verða til staðar fyri, at tú kanst stovna hald. Boð frá Tosa viðvíkjandi avtaluni verða send sum teldupostur til teldupostbústaðin, sum tú hevur upplýst. Boðini kunnu eitt nú innihalda ordraváttanir og kunning um avtalur, herundir fráboðanir um broyting í prísum og treytum. Tú fært sostatt ikki boðini sum vanligt bræv. Boð, sum tú fært sum teldupost til upplýsta teldupostbústaðin, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey móttikin sum vanligt bræv. Tú hevur tí skyldu til javnan at kanna, um boð frá Tosa eru komin á upplýsta teldupostbústaðin.

Um tú broytir teldupostbústað, skalt tú geva Tosa boð um hetta sum skjótast umvegis sjálvgreiðsluna hjá Tosa. Ber ikki til hjá Tosa at senda boð til upplýsta teldupostbústaðin, tilskilar Tosa sær rætt til at krevja eitt avgreiðslugjald at senda tær boðini sum vanligt bræv.

Stovnan:

Hald av tænastu verður bílagt á heimasíðuni hjá Tosa, www.tosa.fo, ella á annan hátt, sum Tosa ger av. Við bílegging verður m.a. skilað til hvørja tænastu bíleggingin fevnir um, herundir hald av eykatænastum v.m. Neyvar upplýsingar skulu gevast, so sum navn, bústaður, føðingardagur og v-tal, umframt at váttað verður at tú ikki er í eftirstøðu við gjaldi til Tosa. Ert tú, sum kundi, í eftirstøðu hjá Tosa, við øðrum haldi, skal gamla skuldin rindast, áðrenn nýtt hald verðyr stovnað.

Við stovnan rindar tú fult gjald fyri hald og tænastur, sama um eitt ella fleiri hald eru knýtt at tær, sum kunda. Tosa tilskilar sær rætt at broyta gjaldshátt og slag, uttan ávaring.

Prísir:

Tosa kann hækka prísirnar á tænastunum við at boða frá í minsta lagi ein mánaða frammanundan. Fráboðan um príshækking verður kunngjørd tær annaðhvørt umvegis teldupost ella í føroyskum fjølmiðlum. Príslækkingar kunnu setast í verk uttan fráboðan. Tosa kann, umvegis teldupost ella sms, senda tær uppskot til broyting av haldi ella tænastum, grundað tína nýtlsu.

Uppsøgn av avtaluni:

Tú kanst siga avtaluna upp í seinasta lagið tann 20. í einum mánaði, soleiðis at haldið verður stongt komandi mánaðarskifti.Tó er hetta treytað av, at møgulig bindingstíð er av. Um ikki, kann haldið uppsigast við at rinda tað, sum er írestandi av bindingstíðini. Avtalan skal uppsigast skrivliga.

Tosa kann uppsiga hald við 7 daga ávaring, um viðskiftatreytir ikki verða hildnar og um ikki annað er avtalað við sáttmála ella í avtalu partanna millum.

Mishald:

Um viðskiftatreytirnar ikki verða hildnar, hevur Tosa rætt til at steingja tænastur tygara uttan ávaring. Hetta er t.d. um tygum ikki hava rindað fyri nýtslu ella hava knýtt útbúnað í kervi, sum myndugleikin ikki hevur góðkent. Eisini kann verða stongt, um tygum selja tænastur hjá Tosa víðari. Um stongt verður, hevur hetta ikki við sær nakran avsláttur í haldaragjaldinum.

Eftir at Tosa hevur stongt tænastur, rindar kundin lutfalsligt mánaðargjald til haldið er endaliga uppsagt. Hetta tekur vanliga 7-10 yrkadagar. Rindar kundin falnu skuldina innan hetta tíðarskeið, verður tænastan latin uppaftur mótvegis einum tilsetingargjaldi á kr. 300.

Nýtslutreytir:

Fer nýtlsuupphæddin upp um kr.3.000,- í einum mánaði, og annað ikki er avtalað, kann Tosa krevja rokningina til gjaldingar beinaveg. Er hon ikki goldin innan 5 dagar, kann Tosa steingja tænasturnar.

Reiking – nýtlsa uttanlands:

Fartelefontænastan kann nýtast í teimun londum og hjá útlendskum fjarskiftisveitarum, sum Tosa hevur avtalu við. Tosa kann ikki ábyrgdast fyri dekning, dygd, trygd og útboð av tænastum á teimum útlendsku fjarskiftiskervunum.

Avrokning av reiking kann vera upp í 30 dagar seinkað, og Tosa hevur tá rætt til at trekkja pening av gjaldskortinum, um tøkur peningur ikki er á Tosa kontuni.

Tosa tilskilar sær rætt til at avmarka ella steingja fyri haldinum hjá brúkarum, ið nýta telefonina so nógv í útlandinum, at tað kann tulkast sum misnýtlsa. Við misnýtlsu verður meint, at ein brúkari áhaldandi brúkar telefonina í útlandinum í fleiri mánaðir út í eitt.

Skráseting og rætting av bústaðarupplýsingum:

Sum kundi skalt tú, tá ið avtala verður gjørd, upplýsa Tosa um navn, føðidato, bústað og teldupostbústað. Tað er ein treyt, tá ið tú gert avtalu við Tosa, at tú og allir brúkarar, sum vara av haldum, ið eru knýtt at tínum haldi, hava sama og fastan bústað í Føroyum, og at Tosa fær upplýsingar um navn, føðidato, bústað og teldupostbústað hjá øllum brúkarum, sum vara av haldum, ið eru knýtt at tínum haldi.

Tú skalt, um Tosa metir tað neyðugt, prógva rættleikan í upplýsingunum. Tosa kann tí krevja løgváttan við mynd, um tað verður mett neyðugt. Hareftir eru upplýsingarnar grundarlag undir avtaluni, inntil broytingar verða fráboðaðar.

Tygum hava skyldu til at boða Tosa frá, um tygum skifta bústað og frá øðrum týðandi broytingum. Kontoavrit, áminningar, fráboðanir (uppsagnir, seinkingar og slit av haldi), verða send til bústað Tosa hevur fingið upplýst.

Gjaldstreytir:

Hesar gjaldstreytir eru galdandi fyri allar tænastur, sum Tosa veitir tær. Tað er ein fortreyt fyri keyp av tænastum frá Tosa, at tú teknar eina gjaldsavtalu við gjaldskorti. Gjaldsavtalan tryggjar, at tú kanst avgreiða tíni gjøld til Tosa um internetið ella annan gjaldsmiðil, ið Tosa samstarvar við. Tosa hevur rætt til at krevja hóskandi veð, tá ið bílagt verður ella seinni.

Gjaldkort og kontuupplýsingar verða handfarnar í einum tryggum umhvørvi. Gjaldkort og kontuupplýsingar eru ikki í varðveitslu hjá Tosa, men hjá okkara undirveitara NAKA AG. Gjaldkort og kontuavtalan kann bert nýtast av Tosa.

Òlag á gjaldsavtaluni:

Um áfylling (føst, handvirkandi ella sjálvvirkandi) ikki kann gjøgnumførast grundað á viðurskiftir hjá tær, t.d. um gjaldskortið er sperrað ella útgingið, verða boð send á skrásetta teldupostbústaðin og møguligani eisini sum sms-boð. Ì tílíkum førum tilskildar Tosa sær rætt til at krevja ómaksgjald. Tosa sendir kunnandi teldupost til skrásetta teldupostbústaðin, um staðfest verður, at tað ikki ber til at flyta avtalaðu gjøld av tínum gjaldkorti.

Um ikki ber til at flyta peningin innan nærri ásett dagatal, kann Tosa læsa fyri haldinum. Haldið kann tá gerast virkið aftur við at rinda eftirstøðuna inni á sjálvavgreiðsluni. Fasta gjaldið fyri Tosa haldið kann bert sigast upp við, at Tosa haldið samstundis verður sagt upp. Tosa Haldið kann sigast upp inni á sjálvavgreiðsluni, við at ringja til Tosa ella skriva til [email protected]

Broyting av haldi:

Verður eitt hald uppstigað, fært tú í somu løtu atgongd til innihaldið í nýggja haldinum, og tú rindar í minsta lagi fyri verandi mánað umframt mánaðin eftir, áðrenn haldið kann niðurstigast aftur. Tá ið tú uppstigar hald ella keypir ískoytistænastu, rindar tú munin upp til næsta haldið ella fult gjald fyri ískoytistænastuna, sama nær í mánaðinum tú fremur broytingina.

Verður hald niðurstigað, verður haldið vroytt komandi mánaðarskifti. Tú kanst broyta haldið í sjálvavgreiðsluni hjá Tosa. Í serligum førum kann kundarøktin hjá Tosa gera broytingina fyri teg. Broytingin skal tá vera okkum í hendi skrivliga í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar áðrenn síðsta dag í mánaðanum, fyri at broytingin skal taka við fyri mánaðin eftir.

Um tað av fíggjarligum áðum ella vegna misnýtlsu gerst neyðugt fyri Tosa, tilskilar Tosar sær rætt til at áseta hámark fyri nýtslu á haldi og tænstur hjá Tosa.

Um tú av misgáum keypir skeift frá Tosa, hevur tú 14 daga iðranarrætt at fáa hetta broytt, móti at bert møguligur meirkostnaður verður rindaður og einki brúk hevur verið á.

Broytingar í avtaluni:

Tosa hevur rætt til at gera broytingar í viðskiftatreytunum uttan fráboðan, um broytingin burturav er til frama fyri teg, sum kunda. Aðrar broytingar í viðskiftatreytunum hevur Tosa rætt til at fremja við 30 daga fráboðan.

Nummarflyting til annan veitara:

Ynskir tú at flyta títt telefonhald til annan veitara, skalt tú seta teg í samband við nýggja veitaran og biðja um nummarflyting. Vit avgreiða nummarflytingina uttan kostnað fyri teg seinast við arbeiðslok arbeiðsdagin eftir, at nummarflytingin er umbiðin av nýggja veitaranum.

Nummarflytingin verður framd hóast møguligt bindingstíðarskeið ella uppsagnartíð er á verandi fartelefonhaldi. Gev gætur, at tú tó ikki av hesi orsøk verður loystur frá møguligum skyldum, sum longu eru avtalaðar í mun til verandi hald, undir hesum at rinda fyri eitt møguligt bindinstíðarskeið ella í eini uppsagnartíð.

Um nummarflytingin gongur fyri seg seinni enn lova omanfyri, ella mistøk henda, ið eru til munandi ampa fyri teg, kanst tú seta teg í samband við nýggja veitaran og krevja endurgjald uppá kr.500 og í serliga tyngjandi førum kr.1.000. Krav um endurgjald skal setast fram í seinasta lagi 1 mánaða eftur hendingina, ið heimilar endurgjaldið. Seinasta freist at útgjalda heimilað endurgjaldskrav er 2 mánaðar eftur móttøku av endurgjaldskravinum.

Nummarflytingin verður ikki framd, um serligar umstøður gera seg galdandi, t.d.:

  • Um tú hevur ógoldna skuld á fartelefonini, ið er fallin til gjaldingar
  • Um haldið frammanundan er ógildað vegna mishald
  • Um fartelefonnummarið hoyrir til ein nummarblokk ella aðra størri avtalu

Nummarflyting fyri fartelefonnummar, ið hoyrur til ein nummarblokk, kann tó fremjast, um allur nummarblokkurin verður fluttur til annan veitara undir einum.

Ùtgerð:

Øll vanlig telefonútgerð kann nýtast. Gevið gætur, at myndugleikarnir seta krøv til útgerð. Hesar ásetingar skulu haldast, um ikki, er vandi fyri, at útgerð tygara kann elva til ólag á fjarskiftiskervinum, og tygym kunnu verða kravd eftur endurgjaldi. Nýtlsa av tænastunum hjá Tosa er treytað av, at útgerðin stuðlar undir neyðuga tøkni, og at tænastan er sett rætt upp á útgerðina.

Force majeure:

Tosa er leyst av skyldum sínum, um tænasta er slitin ella órógvað orsaka av viðurskiftum, sum Tosa ikki hevur ávirkan á, millum annað, men ikki avmarkað til, torusláttur, ódarveður, vatnflóð, eldsbruni, kríggj, verkfall og verkbann, umframt eisini verkfall og verkbann, ið raka starvsfólkini hjá Tosa.

Àbyrgd:

Tosa hevur endurgjaldsábyrgd sambært vanligum føroyskum endurgjaldsrætti, t.e. fyri tap, sum Tosa hevur ábyrgd av.

Tosa heftir ikki fyri óbeinleiðis tapi (t.d. vinning, rakstrarmiss, arbeiðsinntøku og framleiðslutap vegan tess at felagin ikki kann nýta tænastur sum ætað) ella fyri tapi, sum stendst av, at avtala við triðja mann dettur burtur ella verður mishildin o.t.

Tosa kann ikki ábyrgdast fyri brot, órógv ella broytingar í fjarskiftiskervinum ella tænastum í samband við tiltøk, sum vrða mett neyðug av tøkniligum, viðlíkahaldsligum ella rakstrarligum orsøkum, uttan so, at Tosa ikki hevur roynt at avmarkað óhepnu avleiðingarnar av hesum.

Hjálp:

Fráboðanir um ólag ella mistøk verða avgreiddar sum skjótast. Brek verða umvæld í vanligari arbeiðstíð. Harumframt kunnu bráfeingisboð skrivast til kundarokt.tosa.fo